top of page

Kom við til upphiting áðrenn dystin

Áðrenn dystirnar skipa BankNordik, Wenzel, Atlantic, Effo og Smyril Line fyri einum ókeypis tiltaki fyri allar føroyingar í Berlin.


Fyrsta tiltakið verður hósdagin 11. januar í Kreuzberg Festsaal, sum er áleið 20 minuttir at ganga frá høllini. Tiltakið er kl. 14-17.


Til tiltakið fara Eyðun og Terji at spæla og harafturat bjóða vit andlitsmáling og klapparar. Til ber at keypa drykkivørur á staðnum, og nógv matarstøð eru tætt við hølið, har til ber at keypa sær okkurt gott at eta.


Tiltakið er eitt gott høvi at hitta aðrar føroyingar í Berlin, og tiltakið er somuleiðis ein upphiting til dystirnar, har vit saman fara at koyra á Føroyar.





Mynd: Sverri Egholm, portal.fo

0 views
bottom of page