top of page

Keyp t-shirt og stuðla Í menniskjum góður tokki

Nú kvinnurnar skulu til EM, hava vit gjørt eina heilt serliga t-shirt til høvið.


T-shirtin kostar 200 kr., og peningurin fer til Í menniskjum góður tokki, sum er jólahjálp til fíggjarliga sperdar barnafamiljur. Árliga letur Í menniskjum góður tokki 1. mió. kr. til 400 – 500 fíggjarliga sperdar barnafamiljur.


Tað ber til at keypa t-shirtina í móttøkuni á Hotel Djurhuus í Havn og á flogvøllinum í Vágum frá í morgin, 20. nov og eina viku fram, tá farið verður til Basel beinleiðis úr Føroyum.


T-shirtin er góð at eiga sum eitt minni um EM-endaspælið í Basel, samstundis sum tú stuðlar barnafamiljum, sum hava tað trupult á jólum.


Tað er avmarkað nøgd.



143 views
bottom of page