top of page

Fjepparaætlan undir dystinum í kvøld 🇫🇴

Okkara góði fjeppari við trummuni, Ásbjørn Nattestad, hevur gjørt eina ætlan fyri dystin í dag, so vit kunnu skapa ein fantastiskan heimavøll í Mercedes Benz Arena í kvøld 🤩


Skrá

  • Tá ið spælararnir verða róptir inn, og ljósið sløknar, tendra vit øll ljósið á telefonini.


  • Tá ið Føroyar skorar málr nr. 1, 10, 20 og vónandi 30, halda vit øll merkið upp, sum er á klapparinum, ið fæst til upphitingina.

  • Tá ið klokkan vísir 15:00, syngja vit øll "Lívsmynd"

Tekstur:

Enn eri eg ungur

Og enn í góðum lag,

Mær tørvar einki føðibræv

Til at prógva tað.

Eg minnist ei mín barnadóp

Og mína grulvutíð;

Nú eri eg nóg vaksin

Til at skilja hvat og hví.


Eg vil elska, eg vil syngja,

Eg vil fevna kærleikan,

Eg vil leita til tey støð,

Har eg finni sanleikan.


Lívið er mítt listarverk,

Eg máli jú hvønn dag;

Um eg fylli hundrað ár,

Ei liðugt verður tað.

Vónin er at myndin mín

Ein mildan skugga fær,

Tá fólk úr øllum heiminum

Frælsið ogna sær.


Eg vil elska, eg vil liva,

Eg vil syngja friðarlag

Saman við so mongum menniskjum,

Sum altíð vilja tað...

Vilja gráta, vilja flenna,

Ynskja frið í heiminum,

Og við álit' á hvønn annan

Læra mangt av lívinum.


Lalalalala...... 


  • Tá ið klokkan vísir 31:00, syngja vit øll "Fagra blóma"


Tekstur:

Fagra blóma, tú sum prýðir

Fjallatindar, berg og skørð

Bø og ong og grønar líðir

Hvat er fagrari á jørð?


Eina blómu tó eg kenni,

Fagrast hon av øllum er,

Sjálvt ei rósan líkist henni:

Tað er hon, eg valdi mær.


Blómur spretta móti vári,

Følna, tá ið heystið er.

Mín hon blóma man alt árið,

Um so kalt og kavi er.


Einaferð hon bert kann blóma,

Følnar hon, eg følni við.

Fylgja skal eg blómu míni

Til tann síðsta hvíldarfrið.

 

Einaferð hon bert kann blóma,

Følnar hon, eg følni við.

Fylgja skal eg blómu míni

Til tann síðsta hvíldarfrið


Til tann síðsta hvíldarfrið



  • Tá ið klokkan vísir 59:00, syngja vit øll fyrsta ørindi av "Tú alfagra land mítt"


Tekstur: Tú alfagra land mítt,

mín dýrasta ogn!

á vetri so randhvítt,

á sumri við logn,

tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.

Tit oyggjar so mætar,

Guð signi tað navn,

sum menn tykkum góvu,

tá teir tykkum sóu.

Ja, Guð signi Føroyar,

mítt land!


Koyr á Føroyar! 🇫🇴


Mynd: Sverri Egholm, portal.fo

0 views
bottom of page