Vit fara sjálvsagt at endurskapa successina og fantastiska stemningin frá seinast.
Skrá
Tá ið spælararnir verða róptir inn, og ljósið sløknar, tendra vit øll ljósið á telefonini.
Tá ið Føroyar skora mál nr. 1, 5, 10, 15, 20, 25 osv., halda vit øll merkið upp, sum er á klapparinum, ið fæst til upphitingina.
Tá ið klokkan vísir 20:00, syngja vit øll "Lívsmynd"
Tekstur:
Enn eri eg ungur
Og enn í góðum lag,
Mær tørvar einki føðibræv
Til at prógva tað.
Eg minnist ei mín barnadóp
Og mína grulvutíð;
Nú eri eg nóg vaksin
Til at skilja hvat og hví.
Eg vil elska, eg vil syngja,
Eg vil fevna kærleikan,
Eg vil leita til tey støð,
Har eg finni sanleikan.
Lívið er mítt listarverk,
Eg máli jú hvønn dag;
Um eg fylli hundrað ár,
Ei liðugt verður tað.
Vónin er at myndin mín
Ein mildan skugga fær,
Tá fólk úr øllum heiminum
Frælsið ogna sær.
Eg vil elska, eg vil liva,
Eg vil syngja friðarlag
Saman við so mongum menniskjum,
Sum altíð vilja tað...
Vilja gráta, vilja flenna,
Ynskja frið í heiminum,
Og við álit' á hvønn annan
Læra mangt av lívinum.
Lalalalala......
Tá ið klokkan vísir 20:00 í 2. hálvleiki syngja vit øll fyrsta ørindi av "Tú alfagra land mítt"
Tekstur: Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar,
Guð signi tað navn,
sum menn tykkum góvu,
tá teir tykkum sóu.
Ja, Guð signi Føroyar,
mítt land!
Koyr á Føroyar! 🇫🇴
Mynd: Sverri Egholm, portal.fo