Nú styttist til kvinnulandsliðið skal spæla EM-endaspæl í Basel í Sveis. Føroya Banki, Wenzel, Atlantic, Effo og Smyril Line vera við í Basel og skipa fyri upphiting áðrenn allar dystirnar.
Hendan heimasíðan, Basel.fo, verður brúkt til kunning í sambandi við EM-endaspælið í Basel - eitt nú upphiting, dystir, fjepparaætlanir o.a.
Nærri kunning um upphiting og staðseting kemur seinni, fylgið við á hesari síðuni. Men upphiting verður áðrenn allar dystirnar, har vit bjóða andlitsmáling, klapparar og góðan hýr, so vit eru til reiðar at koyra á Føroyar saman. Upphitingin verður tætt uppá høllina, so mann kann ganga frá upphiting til dyst.
Sveis og Føroyar spæla 29. nov. kl. 18.00 lokala tíð.
Kroatia og Føroyar spæla 1. des. kl. 15.30 lokala tíð.
Føroyar og Danmark spæla 3. des. kl. 18.00 lokala tíð.